Talan er um sera ymiskar uppgávur fyri B36 og NSÍ, tá liðini í komandi viku fara út í Evropa at dystast.

B36 til Estlands, KÍ møtir svenskum stórliðið, og NSÍ fekk marrumótstøðu

Agnar Frederiksen

19.06.2017 - 12:30

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

NSÍ fekk eitt marrulutakast. Annað árið á rað skal NSÍ til Hvítarusslands. Í komandi viku ferðast runavíkingar til høvuðstaðin í Hvítarusslandi, har teir skulu møta Dinamo Minsk. Hetta er eitt stórt lið í Hvítarusslandi, og langa ferðin og væntandi nógvi hitin kann eisini gera tað sera trupult fyri NSÍ.  

B36 hevur fyrr spælt seg víðari í Europa. Við lutakastinum í dag er tað greitt, at møguleikin sannliga er til staðar fyri, at B36 ger tað aftur. Nomme Kalju FC úr Estlandi verður mótstøðuliðið hjá havnarliðnum. B36 kundi møtt væl truplari mótstøðu á pappírinum. B36 byrjar á útivølli

Tað eru tíggju ár síðani, at KÍ seinast spældi europeiskan fórbólt. Tá var mótstøðuliðið úr Svøríki, og tað er tað aftur hesuferð. Tá var tað Hammarby, hesaferð er tað AIK, ið er mótstøðuliðið. So í komandi viku skulu klaksvíkingar til svenska høvuðsstaðin at spæla ímóti svenska stórliðnum.

Fyrsti dystirnir, um also eru á útivølli hjá øllum føroysku liðunum, verða leiktir næsta hósdag tann 29.juni. Dystirnir í Føroyum verða leiktir eina viku seinni, 6.juli.