B36 trekti KÍ – kunnu tó ikki møta hvør øðrum

Ari av Rana

12.06.2018 - 12:20

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyri løtu síðani var lutakast til fyrsta undanumfar í Europa League kappingina, har bæði KÍ og B36 vóru í pottinum.

Liðini bæði endaðu á 2. og 3. plássi í bestu føroysku deildini í fjør, og vunnu sær tí luttøku til Europa League komandi kappingarár.

B36 trekti KÍ, men av tí at tvey lið úr sama landi ikki kunnu leika mót hvør øðrum í innleiðandi umførunum, mátti mótstøðuliðið trekkjast av nýggjum. Her kom St. Joseph’s FC úr Gibraltar úr pottinum.

Nú KÍ varð trekt móti B36, vórðu teir næsta liðið, sum mótstøðulið skuldi finnast til. Mótstøðuliðið gjørdist Birkirkara FC úr Malta.

Fyrstu dystirnir verða spældir 28. juni, meðan seinnu dystirnir verða spældir 5. juli. B36 hevur heimadyst í fyrra dystinum, meðan KÍ skal út at spæla.