B36 vinnur í Havn

Ari av Rana

15.06.2018 - 12:12

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fleiri spennandi dystir verða í Betri-deildini hjá monnum um vikuskiftið. Umfarið byrjar við dystinum á Eystanstevnu leygardagin, har tvey av liðunum, sum undan kappingarbyrjan vórðu mett at verða millum bestu boðini uppá Føroyameistara møtast. Tað hevur ikki gingið so væl sum vænta hjá NSÍ og Víkingur, og serliga hevur Víkingur brúk fyri einum sigri at halda fast í teimum ovastu.

Sunnudagin bresta fleiri av liðunum í niðaru helvt saman. EB/Streymur tekur ímóti 07 Vestur, meðan Skála og AB møtast á Argjum. Í Klaksvík fær KÍ vitjan av Suðringum.

Størsti dysturin hetta umfarið er í Havn, har grannauppgerð er. HB er oddalið í deildini, men tað hevur sum oftast lítið at siga, tá mótstøðan er B36.

Oddbjørn Joensen er gestur í FSF-varpinum, og hann væntar, at teir hvítu fara at vinna á oddaliðinum.