Jákup á Borg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

B36-venjarin: Kenni ikki so nógv til mótstøðuna

Ari av Rana

12.06.2018 - 13:56

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

B36 møtir St. Joseph’s FC úr Gibraltar í fyrsta dystinum í Europa League. Fyrri dysturin verður spældur í Gundadali 28. juni.

Jákup á Borg, høvuðsvenjari í B36, sigur fyri Portalinum, at í B36 er man glaður fyri lutakastið.

- Vit ynsktu at sleppa undan liðunum úr Kosovo og Wales. Eg haldi ikki at vit kundi biðið um eitt betri lutakast, so eg eri væl nøgdur. Vit verða noyddir at taka favorittkappan á okkum, sigur Jákup á Borg.

Jákup viðgongur, at hann ikki veit tað stóra um St. Joseph’s. Liðið endaði á triðja plássi í heimligu deildini, nakað væl aftanfyri fyrsta plássið.

- Eg fái nøkur sjónbond av St. Joseph’s send í næstum, so vit verða væl fyrireikaðir, sigur høvuðsvenjarin í B36.