Jóhannus Martin Olsen, formaður í B68 (t.v.) og Jonleif Højgaard (t.h.) (Mynd: b68.fo)

B68 heinta styrk til komandi kappingarár

Ari av Rana

05.12.2017 - 09:34

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Toftafelagið skal royna at vinna seg upp í Effodeildina, nú tað ikki eydnaðist at røkka hesum málið farna kappingarár.

Leygardagin boðaði felagið frá, at Bill Mc. Leod er settur sum venjari og í gjár avdúkaði felagið á heimasíðu síni, at tað hevur gjørt sáttmála við tveir gamla kenningar.

Jonleif Højgaard verður aftur at síggja á Svangaskarði, eftir 3 ár hjá grannunum í NSÍ. Jonleif spældi 73 dystir og skoraði 6 mál fyri NSÍ.

Jonleif, sum spælir á vonginum, hevur fyrr spælt 212 dystir fyri B68, har hann skoraði 61 mál.

Sáttmálin hjá Jonleif er galdandi fyri komandi kappingarár.

Pedro Tarancon Anton, sum seinasta hálva árið hevur spælt fótbólt í Fuglafirði, verður aftur at síggja í B68. Pedro hevur skriva undir eitt ára sáttmála.

Pedro spældi 11 dystir fyri ÍF í fjør, men skal komandi kappingarár kappast við ÍF um at vinna seg upp í bestu deildina.