Badminton: 13 gull og 9 silvur í Reykjavík



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

07.02.2018 - 07:21

Ítróttur > Ítróttur > Badminton

Føroysku badmintonspælararnir fingu væl burtur úr luttøkuni í Reykjavík International Games um vikuskiftið. Av teimum 31 hálvfinalunum, sum føroyingar vóru við í, komutey í 19 finalur.

Í fleiri av finalunum vóru tað føroyskir leikarir báðumegin netið.

- Tað, at feløgini luttaka í Reykjavik International Games (RIG), er av sera stórum týdningi fyri menningina av badminton, og sera gott fyri samstarvið millum feløgini. Hetta ger, at fleiri leikarar fáa møguleikan at koma út at spæla í móti øðrum leikarum, sum tey ikki spæla í móti heima. Og á hendan hátt mennast tey sum badmintonleikarar. Eisini er tað sera hugaligt at síggja, at allir leikarar heilt frá U11 og upp til U19 geva seg fult út á vøllinum, sigur formaðurin í Badmintonsambandi Føroya, Erik Engelbrecht Thomsen.

Bartal Poulsen bleiv aftur í ár útnevndur til besta leikara í kappingini.

Heiðursmerkini blivu deild soleiðis:

U13
Einmansleikur – dreingir: Silvur - Bjarti Samson Vang, HBF
Einmansleikur - dreingir B-bólkur: Gull - Lucas Gardar, MBF. Silvur - Dávid F. Berg, HBF
Einmansleikur – gentur: Silvur - Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF
Einmansleikur - gentur B-bólkur: Gull - Birita Weihe Thomassen, HBF
Tvímansleikur – gentur: Gull - Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF og Rakul Sørensen, ÍF
Blandaður tvímansleikur: Silvur - Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF og Bjarti Samson Vang, HBF

U15
Einmansleikur – gentur: Gull - Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF
Tvímansleikur – dreingir: Gull - Tórur Paulason, HBF og Steintór Emil Svavarsson
Tvímansleikur – gentur: Gull - Adhya Nandi og Miriam í Grótinum, HBF
Blandaður tvímansleikur:
Silvur - Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF og Tórur Paulason, HBF

U17
Einmansleikur – dreingir: Gull - Jónas Djurhuus, HBF. Silvur - Árant á Mýrini, MBF
Einmansleikur – gentur: Gull - Sissal Thomsen, HBF
Tvímansleikur – dreingir: Gull - Rasmus Berg Petersen og Hákun Thorkildshøj Sigvardsen, HBF. Silvur - Hjalmar Gregersen og Regin Gleðisheygg, ÍF
Blandaður tvímansleikur: Gull - Sissal Thomsen og Jónas Djurhuus, HBF

U19
Einmansleikur – dreingir: Gull - Bartal Poulsen, Viby J
Einmansleikur – gentur: Silvur - Gunnva Jacobsen, HBF
Tvímansleikur – dreingir: Gull - Bartal Poulsen, Viby J og Elís Tór Dansson
Tvímansleikur – gentur: Gull - Sissal Thomsen og Gunnva Jacobsen, HBF
Blandaður tvímansleikur: Silvur - Bartal Poulsen, Viby J og Gunnva Jacobsen, HBF