U11

Badminton: Føroyameistarar fyri lið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

07.03.2018 - 09:12

Ítróttur > Ítróttur > Badminton

Tvey tey seinastu vikuskfitini hava badmintonleikararnir havt úr at gera. Síðsta leygardag í februar var FM fyri lið í Klaksvík, sunnudagin var kapping fyri yngstu leikarunum – U9 – í Havn, og fyrsta vikuskifti í mars var venjingarlega fyri unglingalandsliðnum á Eiði.

Farnu árini hevur ein kapping verið hvørt ár fyri U9-leikarunum. Í ár varð avgjørt, at royna at skipa fyri einari U-9 kapping afturat. Hendan fekk navnið VITUS U9, og varð hon hildin í Havn 25. februar.

23 U9-leikarir høvdu boðað frá luttøku, og møttu tey spent í badmintonhøllini í Havn. Tey kempaðu fyri hvønn bólt og fingu øll eitt uppiborið gullheiðursmerki.

Sum liður í fyrireikingunum til kapping í Berlin á páskum, var unglingalandsliðið samlað á Eiði farna vikuskiftið. Unglingalandsliðið skal luttaka í YONEX Junior Cup í døgunum 30. mars til 1. apríl.

FM fyri lið í Klaksvík, sum var 24. februar, var fyri U11, U13, U15 og U17/19. Nógvir javnir og spennandi dystir blivu spældir.

Heiðursmerkini fullu soleiðis:
U11
Gull: HBF1
Silvur: KBF1
Bronsa: ÍF/Nápur

U13
Gull: KBF1
Silvur: ÍF
Bronsa: HBF1

U15
Gull: HBF1
Silvur: KBF
Bronsa: HBF2

U17/19
Gull: KBF/MBF
Silvur: HBF1
Bronsa: HBF2

Badmintonleikararnir skulu aftur í eldin í vikuskiftinum. Tá verður fimta og síðsta Grand-Prix kappingin hildin í badmintonhøllini í Havn. Tá verða eisini samlaðu GP-vinnararnir í U11, U13, U15, U17/19 og hjá teimum vaksnu heiðraðir.