Badmintonvinnarar í Klaksvík



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

07.12.2017 - 07:13

Ítróttur > Ítróttur > Badminton

Um vikuskiftið skipaði Klaksvíkar Badmintonfelag fyri stórari kapping, JFK-Open, ið var triðja umfar av grand prix kappingini. Umleið 190 leikarar vóru við, og um 350 dystir vórðu spældir. Leygardagin spældu børnini og sunnudagin tey vaksnu.

Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Badmintonfelag eru myndir av øllum vinnarunum av kappingini.

Næsta grand prix kapping verður á Giljanesi 13. og 14. januar. Tað verður tann fjórða av fimm grand prix kappingum, sum verða hildnir henda veturin.