(Savnsmynd: Hjalmar Jóhan Juul)

Bakkafrost ætlar at framleiða orku burtur úr restunum frá framleiðsluni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

21.03.2018 - 08:37

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Alivinna

Bakkafrost hevur ætlanir um at byggja eitt virki at taka sær av avlopinum frá framleiðsluni og framleiða orku burtur úr tí.

Hetta framgongur av fyrstu frágreiðing um byrðardygd – ’sustainability report’ -, sum stóra alifyritøkan júst hevur lagt úr hondum.

Ætlanin er at fara í samstarv við aðrar alarar og bøndur fyri at fremja hesa ætlan. Sambært frágreiðingini er talan um eitt biogassvirki, sum skal framleiða hita og tøð. Málið er, at hetta virkið skal vera komið í lag í 2020.

Í frágreiðingini hjá Bakkafrosti verður víst á mál, sum fyritøkan longu hevur nátt. Eitt nú at kundarnir stórt sæð eru nøgdir við vøruna, at fyritøkan hevur eitt stórt tal av fólkum í arbeiði – yvir 1.100 – sum koma ymsa staðni úr Føroyum, at framleiðslan er munandi reinari nú og at nýtslan av heilivági er í minking, at nýggjur virkisbygningur er latin upp, sum gagnnýtir orku frá sjálvari framleiðsluni til upphiting av bygninginum, og at ein stór upphædd fer út í lokalsamfelagið umvegis lønir (yvir 400 milliónir krónur), partafelagsskatt (næstan 320 milliónir) og stuðul til lokalar verkætlanir (næstan 2 milliónir).

Málsetningurin fyri komandi tvey árini er, umframt ætlaða biogassverkið, at gera eina nýggja ætlan fyri starvsfólkaøkið, at varðveita eitt høgt støði av omega 3 í matvøruni og nøgdsemið hjá kundunum, at gjøgnumføra ein burðardyggan fóðurpolitikk og at stovna ein grunn – Healthy Living Fund -, ið skal saka sær av samfelagsligu íløgunum í framtíðini.

Frágreiðingin á enskum kann lesast her. Ætlandi kemur ein føroysk útgáva í sambandi við aðalfundin hjá Bakkafrost, sum verður 13. apríl.