Bakkafrost aftur toppskorari í 2016


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

17.07.2017 - 11:51

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Annað

Tann fyritøkan, sum vinnur nógv flest pengar av øllum í Føroyum er framvegis Bakkafrost. Alifyritøkan av Glyvrum myndar aftur hesaferð topplistan yvir fyritøkurnar við besta úrsliti, nú roknskapirnir fyri 2016 allir eru um at vera innlatnir.

Móðurfelagið pf. Bakkafrost liggur á einum greiðum fyrstaplássi á topp 25-listanum hjá Vinnuvitan.biz við einum árslitið í 2016 upp á heili 1.339 milliónir krónur. Árið frammanundan lá felagið eisini á einum tryggum fyrstaplássi, men tá við einum úrslitið upp á 810 milliónir krónur.

Topp 25-listin hjá Vinnuvitan.biz pr. dags dato, bygdur á ársúrslit fyri 2016, sær soleiðis út:

Túsund krónur
Pf. Bakkafrost 1.338.887
Pf. Bakkafrost Farming (í samanlegging) 653.725
Pf. Bank Nordik 221.874
Pf. Betri 197.162
Lf. Ognarfelag Tryggingartakaranna 197.162
Pf. Luna 192.266
Pf. Havsbrún 173.806
Pf. Betri Banki 167.437
Spf. Kerið 164.588
Pf. Bakkafrost Sales 115.251
Lf. Sev 92.754
Spf. Framherji 81.046
Pf. Tjaldur 76.000
Spf. Nolsø Shipping 59.808
Pf. Smyril-Line 57.443
Pf. TF Íløgur 49.272
Pf. Telefonverkið 44.028
Pf. Faroe Farming (í samanlegging) 40.971
Pf. Betri Trygging 39.510
Vrg. Fíggingargrunnurin frá 1992 33.886
Spf. FramInvest 31.127
Pf. Varðin Pelagic 30.696
Pf. Magn 28.448
Pf. Atlantic Airways 27.993
Pf. Effo 26.323

Eins og undanfarin ár, so er tað alifyritøkurnar, peningastovnarnir, tryggingin, pelagiska fiskifinnan, oljusølurnar og almenn partafeløg, sum mynda topp-listan.

Eitt felag, sum stingur seg burturúr er spf. Kerið, sum liggur á 9. plássi. Talan er um eitt felag, ið ikki hevur havt eitt so gott úrslit seinastu árini. Kerið er eitt felag, sum íløgufelagið Tjaldur eigur, og sum aftur eigur partapening í felagnum pf. Jóannes Thomsen (JT Electric) í Fuglafirði, sum inntøkuførdi eina stóra upphædd, góðar 195 milliónir krónur, sum ’úrslit frá kapitalpørtum’ í 2016.

Topp 25-listin hjá Vinnuvitan.biz er bygdur upp á 931 roknskapir. Yvir 2.500 feløg eru skrásett í Føroyum, so tað kunnu vera feløg, ið ikki eru skrásett á Vinnuvitan enn, ið hava eitt úrslit, ið vinnur sæti á hesum lista.