Bakkafrost byggir nýggja smoltstøð á Strond



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

15.03.2016 - 08:01

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Alivinna

Í seinna helmingi av 2018 letur Bakkafrost upp eina stóra nýmótans smoltstøð upp á Strond norðan fyri Klaksvík. Tað upplýsir Bakkafrost í fráboðan til keypssklálarnar í dag.

Fyritøkan hevur avgjørt at økja íløgurnar til smoltframleiðsluna. Støðin á Strond verður mett at kosta umleið 650 milliónir krónur.

Langtíðarmálið hjá Bakkafrost er at økja støddina á hvørjum smolti til millum 400 og 500 gramm í 2019, verður upplýst í fráboðanini.

Í ár verður nýggja smoltstøðin sunnan fyri Viðareiði tikin í brúk, og tá nýggja stóra smoltstøðin á Strond er liðug í 2018, verðru talan um eina ferfalding av kapasitetinum.

Við at lata fiskarnar liva enn longri uppi á landi, áðrenn smoltini verða sett út á sjógv, roknar Bakkafrost við at kunna minka munandi um vandan fyri sjúkum í fiskinum, og harvið eisini minni felli og munandi minni brúk av heilivági meðan fiskurin gongur á sjónum.