Alibrúk hjá Bakkafrost í Hvannasundi. Mynd: Jógvan H. Gardar

Kunningarstjóri: Bakkafrost er týdningarmikið fyri Oslo Børs



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

26.03.2015 - 17:31

> Vinna & Tøkni > Alivinna

Í dag eru fimm ár síðani Bakkafrost bleiv skrásett á keypsskálanum í Oslo. Hetta hava verið fimm hendingarrík ár fyri føroysku fyritøkuna á Oslo Børs, tí partabrævið hevur økt næstan 400 prosent í virði hesi árini.

Bakkafrost er higartil einasta føroyska sjógætisfyritøkan á Oslo Børs, men fyritøkan er sera væl kend og vælumtókt millum íleggjarar, ikki bara í Føroyum og í Noregi, men tú finnur íleggjarar um allan heim sum ynskja ein part av Bakkafrost.

Kunningarstjórin á Oslo Børs, Geir Harald Aase, sigur at sjógæti er ein týdningarmikil vinna á Oslo Børs, og Bakkafrost er blivin ein týdningarmikil fyritøka á keypsskálanum. Hann sigur at hesi fimm árini hevur Bakkafrost sett spor millum íleggjarar.

- Partafelagsmarknaðurin hevur tikið væl ímóti Bakkafrost. Tað síggja vit best á hvussu kursurin á Bakkafrost-partabrævinum hevur ment seg hesi árini. Síðani skrásetingina 26. mars 2010 hevur Bakkafrost-partabrævið økt næstan 400 prosent í virði, og eru millum partabrøvini sum hava økt mest í virði á Oslo Børs, sigur Aase í samrøðu við Portalin.

Hann leggur afturat at Bakkafrost hevur klára seg enn betri á einum keypsskála sum eisini kann vísa til fimm góð ár.

- Um vit samanbera gongdina á Bakkafrost-partabrævinum, og gongdina fyri øll sjógætispartabrøvini, so liggur Bakkafrost væl frammanfyri. Sjógætisindeksið OSLFX, ið metir kursgongdina hjá øllum sjógætisfyritøkunum á Oslo Børs, hevur havt fimm góð ár, og er økt við góðum 130 prosentum. Men sum tú sært, so hevur Bakkafrost økt við næstan 400 prosentum, sigur kunningarstjórin.

Hann sigur at góða móttøkan á keypsskálanum sæst aftur í virðismetingini av fyritøkuni.

- Tá Bakkafrost kom á Oslo Børs 26. mars 2010, varð fyritøkan mett til eitt virði uppá umleið 1,5 milliardir krónur. Í dag er marknaðarvirði á Bakkafrost góðar 8,1 milliard krónur. Tað ger Bakkafrost til eina av størstu sjógætisfyritøkunum á heimsins størsta sjógætiskeypsskála, sigur Aase.