Kinna F. Olsen, forkvinna í NSÍ, og Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, skriva undir nýggju høvuðsstuðulsavtaluna (Mynd: nsi.fo)

Bakkafrost heldur fram sum høvuðsstuðul hjá NSÍ



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Emil Lisberg Jacobsen

20.02.2014 - 02:28

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Aftur í ár verður Bakkafrost høvuðsstuðul hjá NSÍ. Alifyritøkan og ítróttafelagið skrivaðu í dag undir nýggjan sáttmála fyri 2014, og sostatt verður Bakkafrost høvuðssponsorur hjá NSÍ triðja árið á rað.

Á heimasíðu felagsins fegnast NSÍ um, at Bakkafrost við stuðli sínum er við til at leggja tryggar lunnar undir virksemið hjá felagnum. Samstundis fegnast NSÍ um at halda fram við góða samstarvinum, sum hevur verið millum partarnar.