Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost. Myndin er tikin uttanfyri Hotel Continental í Oslo, har teir vanliga leggja fram roknskaparúrlitini fyri greinarum og íleggjarum. Mynd: Jógvan H. Gardar

Regin Jacobsen: Bakkafrost hevur ment seg nógv árini á Oslo Børs


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

26.03.2015 - 20:39

> Vinna & Tøkni > Alivinna

Í dag eru fimm ár síðani at Bakkafrost bleiv skrásett á Oslo Børs. Ein skráseting sum greinarar og íleggjarar kalla eina sera væleydnaða skráseting. Í dag er Bakkafrost eitt kent navn í fíggjarheiminum, og íleggjarar fylgja væl við gongdini hjá føroyska alirisanum.

Vit hava spurt Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost hvussu hesi fimm árini hava verið fyri fyritøkuna sum byrjaði á Bakka á Glyvrum.

- Hvussu hevur skráseting verið, sæð frá tínum sessi?

- Tað eru aðrar og fleiri uppgávur sum ein børsskrásett fyritøka fær; men tað eru sanniliga eisini nýggir møguleikar og avbjóðingar. Tað hevur verið ein sera spennandi tíð at verið við til fyrst at leiða fyritøkuna áðrenn børsskráseting og síðani eftir skrásetingina.

Sum skrásett fyritøka verður nógv meira fokus á felagið og alt sum felagið ger. Hetta haldi eg hevur givið sera spennandi fakligar avbjóðingar bæði fyri meg; men sanniliga eisini fyri organisatiónina av dugnaligum starvsfólkum.

- Hvat hevur skrásetingin merkt fyri virksemi hjá Bakkafrost?

- Fyri virksemið hevur skrásetingin merkt at vit fingu betur møguleika at menna okkum til eina fyritøku í heimsflokki. Eina fyritøku, sum hevur greið fokus á okkara visión, mál og virðir. Vit hava í hesum tíðarskeiði verið við til at menna føroyskan laks sum eitt vørumerki, sum verður mett at vera tað besta á marknaðinum.

- Er Bakkafrost ein onnur fyritøka í dag - hvat er annarleiðis?

- Bakkafrost er sermerkt av tí longu virðisketu, sum vit hava ment hesa tíðina. Eisini okkara fokus á at framleiða ein sunnan, heilsugóðan laks, við sereyðkennum av føroyskum rávørum og serstakum smakki hevur viðført at Bakkafrost ídag er ein serstøk føroysk fyritøka væl umboðað og kend í altjóða laksamarknaðinum.

- Virði á partabrævinum er økt nógv, og í seinastu metingini hjá Nordea, so er Bakkafrost einasta av teimum sum teir meta hesa vikuna, ið teir heita á fólk um ikki at selja, meðan øll hini partabrøvini eru á "sell". Hvat merkir ein slík støða fyri tykkum?

- Sum felag hugsa vit fyrst og fremst um at tryggja okkara kappingarføri. Okkara strategi er at framleiða eina sunna vøru til kappingarføran kostnað.

Hetta hava vit valt at gera við serstøku virðisketu okkara har vit hava besta sporføri í vinnuni. Vit kenna tær rávørur sum verða nýttar til fóðrið til okkara laks og hava serliga føroyska uppskrift til okkara fóður, har høvuðsdentiur er á føroyskar rávørur. Hetta hevur viðført, at vit framleiða eina vøru sum hevur sereyðkenni á marknaðinum. Hetta hevur viðført at Bakkafrost seinastu fimm árini hevur skilt seg út sum ein sera kappingarfør fyritøka við sera góðum umdømi á marknaðinum.

Vit meta at hetta eisini framyvir fer at tryggja felagnum kappingarfyrimunir á marknaðinum.

- Er nakað serligt sum tú minnist serliga aftur á hesi fimm árini, í samband við tað at vera eitt felag á Oslo Børs?

- Tað var ein sera spennandi tíð tá vit blivu skrásettir á Oslo Børs. Hetta var nýtt fyri eina føroyska framleiðslufyritøku – og flestu mundu vera ivingarsom; men tíðin hevur víst, at Bakkafrost hevur ment seg hesi árini og er í dag ein vælkend fyritøka í øllum fíggjarheiminum. Tað er ein stór kontrast frá tíðini fyri eini 10 árum síðani til ídag; men tað kemst ikki uttanum, at uttan stóra arbeiðið, sum okkara undangongumenn á øllum økjum hava lagt í at koma hagar vit nú eru, so høvdu vit ikki verið komin higar. Vit fara framhaldandi at gera okkara besta fyri at tryggja at felagið verður væl umsitið eisini framyvir, sigur Regin Jacobsen.


LES EISINI: Kunningarstjórin á Oslo Børs um fimm ár við Bakkafrost á Oslo Børs