Hans á Bakka er nú í fullum virksemi fyri Bakkafrost. Mynd: Jens Kristian Vang

Bakkafrost: Tóku 13.700 tons av laksi

Jógvan Hugo Gardar

05.01.2016 - 07:20

>

Bakkafrost tók 13.700 tons av laksi í fjórða ársfjórðingi. Hetta stendur í einum boðum til keypsskálan, sum fyritøkan sendi seint í gjár.

Av hesum eru 4900 tons tikin í Bakkafrost Noður, tað vil siga í Norðoyggjum. 8800 tons eru tikin í Bakkafrost Vestur, ið er virksemi í Eysturoynni og pørtum av Streymoynni.

Havsbrún seldi 19.800 tons av fóðri í ársfjórðinginum, og keypti inn 63.600 tons av rávøru.

Bakkafrost sigur ikki meir í boðunum enn hette. Tølini um tøku, fóðursølu og keyp av rávøru koma frá fyritøkuni beint eftir at ársfjórðingurin er farin. Bakkafrost leggur fram roknskapartølini fyri fjórða ársfjórðing verða løgd fram tann 24. februar.