Bakkafrost-ringar á Hvannasundi. Mynd: Jógvan H. Gardar

Virði á Bakkafrosti økt 13 prosent síðani løgtingsvalið

Jógvan Hugo Gardar

02.10.2015 - 08:13

>

Farna vikan hevur verið góð hjá teimum sum hava sett pengar í Bakkafrost-partabrøv. Føroyski alirisin á keypsskálanum í Oslo hevur aftur hesa vikuna sligið egin met fleiri ferðir.

Aftaná eina lítla niðurgongd í prísinum á partabrævinum dagin eftir løgtingsvalið, so hevur prísurin økt javnt. Tað sær næstan út til at íleggjararnir dagin eftir valið andaðu inn, fyri síðani at leggja í vaðið. Tí partabrævið er farið úr 245 norskum krónum 2. september, til nú at liggja støðugt omanfyri 270 krónur. Metið higartil bleiv sett í gjár, tá Bakkafrost-partabrøvini eina løtu kostaðu 275 norskar krónur.

Nú keypsskálin í Oslo hevur verið opin í ein góðan tíma, so liggur partabrævið millum 271 og 272 krónur. Tað gevur Bakkafrost eitt virði uppá 13,2 milliardir norskar krónur, ella góðar 10,4 milliardir danskar krónur.

Bara síðani løgtingsvalið er virði á Bakkafrost økt við knøppum 13 prosentum. Vøksturin hendan mánaðin er størri enn farnu 12 mánaðirnar í meðal, tí virði á Bakkafrost er í dag 106 prosent hægri enn 2. oktober 2014.