BankNordik: Annar ársfjórðingur met


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Leif Láadal

13.08.2013 - 12:45

Tíðindi > Pengar > Bankavirksemi

BankNordik betraði rakstrarúrslitið 18% fyrra hálvár í ár. Annar ársfjórðingur gjørdist besti ársjórðingur samtaksins í nýggjari tíð, hvat viðvíkur rakstrarúrsliti. Eftir kostnaðarskerjingar í 2012 og við ársbyrjan í 2013 gjørdist hálvársúrslit bankans 77 mió. kr. fyri skatt.

Framdu umleggingarnar seinastu árini seta sín dám á hálvársroknskap bankans. Sostatt vóru útreiðslurnar 7 % lægri fyrra hálvár í 2013 samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Inntøkurnar fyri árshelmingin vóru 436 mió. kr., sum er á sama stigi sum í 2012. Hetta endurspeglar ein lægri eftirspurning eftir útlánum og kredittum, samstundis sum inntøkurnar frá tryggingarvirksemi samtaksins eru øktar.

Rakstrarúrslitið fyri fyrra hálvár 2013 gjørdist eftir hetta 154 mió. kr. fyri niðurskrivingar í mun til 131 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin fevndi bæði um banka- og tryggingarvirksemið og taldi til samans 18 %.

”Vit hava skert útreiðslurnar 7 % í mun til í fjør, og av tí at niðurskrivingarnar eru í samsvari við væntanirnar, hava vit í øðrum ársfjórðingi fingið besta rakstrarúrslitið í nýggjari tíð,” sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.

Niðurskrivingar á útlánum í øðrum ársfjórðingi eru uppgjørdar til 20 mió. kr. Aftrat teimum serliga stóru niðurskrivingunum í fyrsta ársfjórðingi gjørdust niðurskrivingarnar fyri hálvárið samanlagt 75 mió. kr. Við teirri fyritreyt at samfelagsbúskapurin ikki versnar, væntar bankin framvegis, at niðurskrivingarnar í 2013 sum heild fara at vera á sama stigi sum í 2012, tá tær vóru 115 mió. kr.

Eftir niðurskrivingar gjørdist rakstrarúrslitið fyri fyrra hálvár 78 mió. kr., og av hesum stavaðu 68 mió. kr. frá inntøkum í øðrum ársfjórðingi. Sostatt gjørdist annar ársfjórðingur ein hin besti nakrantíð. Við í hálvársúrslitinum á 77 mió. kr. fyri skatt eru ikki afturvendandi postar á netto 8 mió. kr., ið fevna um útreiðslur á 10 mió. kr. til umleggingar og 18 mió. kr. í vinningi frá sølu av bygningum.

”Endamálið við umleggingunum var bæði at økja inntøkuna og at styrkja kappingarførið,” sigur Janus Petersen.”Hesum fáa kundarnir ágóðan av við nýggju fyrimunaskipan okkara, Nordik360, har vit hava lækkað prísirnar. Hetta fer at minka um inntøkuna komandi ársfjórðingarnar, men væntandi fara lagaligu prísirnir at hava eina tilgongd av kundum við sær, eins og virkisgrundarlagið í longdini verður styrkt.