Sif Gunnarsdóttir og Árni Ellefsen

BankNordik nýggjur høvuðsstuðul hjá Norðurlandahúsinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

03.01.2017 - 17:27

Mentan >

BankNordik verður nýggjur høvuðsstuðul hjá Norðurlandahúsinum. Tað boðað stjórarnir, Sif Gunnarsdóttir og Árni Ellefsen frá í tíðindaskrivi í dag.

Tryggingarfelagið Føroyar hevur annars verið høvuðsstuðul hjá Norðurlandahúsinum hesi seinastu árini. Nýggja avtalan við BankNordik er galdandi fyri í ár og næsta ár.

- BankNordik verður sostatt ein virkin luttakari í kjarnutiltøkum hjá Norðurlandahúsinum, har dentur verður lagt á húsins endamál – at vera eitt livandi mentanarhús, ið bjóðar áskoðarum eina breiða norðurlendska skrá, har allar mentanargreinar fáa rúm at spretta, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Lagt verður harafturat upp til, at mentanarstovnurin í størri mun kann gera gagn av stásiliga høvuðssætinum hjá peningastovninum, eins og lagt er upp til samstarvsmøguleikar við tær fýra deildirnar kring landið og í Danmark og Grønlandi eisini eisini.

Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, fegnast um nýggju samstarvsavtaluna:

- Norðurlandahúsið hevur stóran týdning sum miðlari av norðurlendskari mentan og list, og avtalan gevur okkum møguleika fyri at stuðla hesum arbeiði, sum gagnar bæði føroyingum og ferðafólkum, ið leita sær til Føroya. Harumframt ynskja vit sum føroyskur peningastovnur við deildum í Danmark og Grønlandi at gagnnýta okkara støðu uttanfyri landoddarnar til at varpa ljós á og harvið stuðla føroyskari mentan og list uttanlands.

Samstarvið verður skotið í gongd við einum fjølbroyttum tiltaki 21. -22. januar í Norðurlandahúsinum og BankNordik.