BankNordik: Rakstrarúrslitið betrað 34 prosent

Tíðindaskriv

25.02.2016 - 07:30

Tíðindi > Pengar > Bankavirksemi

BankNordik kunngerð í dag ársroknskapin fyri 2015, og hann vísir eitt úrslit á 214 milliónir krónur áðrenn niðurskrivingar, skatt og virðisjavna.

Stór framgongd er í rakstrarúrslitinum, sum er hækkað við 49 milliónum kr. upp í 194 milliónir krónur.

- Vit fegnast um, at vit megna at vísa framgongd í úrslitinum, hóast vit hava lækkað renturnar nógv seinastu árini. Á øllum marknaðum síggja vit eina framgongd, og vit kunnu staðfesta, at tað serliga er okkara virksemi uttanfyri Føroyar, sum er í vøkstri, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik í tíðindaskrivi.

2015 var eitt sera hendingaríkt ár hjá BankNordik-samtakinum. Roknskapurin fyri árið vísir, at niðurskrivingarnar eru lækkaðar, meðan inntøkurnar eru á sama støði sum í 2014. Leiðsla bankans hevur tó valt at niðurskriva goodwill við 468 mió. kr., og tí vísir úrslitið eftir skatt eitt hall á 221 mió. kr. Niðurskrivingin av goodwill er bert roknskaparteknisk og hevur tí onga ávirkan á gjaldføri, rakstur ella fíggjarligu styrki bankans.

BankNordik varð í 2015 tilnevndur SIFI peningastovnur og harvið fevndur av herdum kapitalkrøvum. Bankin hevur ein kjarnukapital á 13,9 prosent samanborið við 11,8 prosent í 2014. Sostatt er málið um ein kjarnukapital á 13 prosent í 2019 longu rokkið. Hetta ber í sær, at bankin í framtíðini væntandi fer at gjalda ein størri part av úrslitinum út í vinningsbýti.

Ársroknskapurin í stuttum:
- Rakstrarúrslitið er betrað við 49 mió. kr. upp í 194 mió. kr.
- Niðurskrivingarnar eru lækkaðar úr 85 mió. kr. í 2014 niður í 20 mió. kr. í 2015
- Útlán bankans eru økt við 183 mió. kr. samanborið við 2014
- Innlán bankans eru økt við 76 mió. kr. samanborið við 2014
- Gjaldførið samanborið við lógarkrav er 167%
- Solvensur bankans er 16,8% samanborið við 14,8% í 2014
- Goodwill er niðurskrivað við 468 mió. kr.