Mynd: Vivino

Bara Subway er frammanfyri Vivino



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

23.01.2018 - 21:57

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Á listanum yvir tær appur, sum flest hava tikið niður á telefonina í 2017, er Vivino hjá Heina Zachariassen á øðrum plássi innan bólkin “Mat og drekka”.

Tað vísir ein uppgerð sum Apptopia, sum samanber og ger greiningar av appum, hevur gjørt.

Bara stóra appin hjá Subway, har tað ber til at bíleggja tvíflísir umvegis, er frammanfyri. Subway hevur handlar í túsundatali kring allan heimin.

Seinastu árini hevur Vivino veruliga havt viðvind, og hevur í dag 9 milliónir skrásett vínsløg og fleiri enn 28 milliónir brúkarar. Vivino varð stovnað í 2010.

Verður hugt eftir øðrum bólkum á uppgerðini, sum Apptopia hevur gjørt, so er WhatsApp fremst innanfyri sosialar miðlar. Frammanfyri bæði Messenger, Facebook og Instagram. Netflex er fremst innan undirhald.




beint nú