Mynd: jn.fo

Bara trý vigaðu niðanfyri 30 pund

Snorri Brend

04.10.2014 - 14:01

Tíðindi > Mentan > Bygdamentan

Hetta er tíðin, tá menn tosa nógv um fletting, vekt og góða summarið til gróður.

Tað vísir seg eisini, at vektin á lombunum er yvirhøvur góð, tá ein tosar við menn um skurðin.

Í gjár visti heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen – jn.fo – at siga frá somu gongdini og støðuni hjá bóndanum á Oyrareingjum.

- Bæði lombini og ærnar royndust avbera væl, skrivar Jóanis NIelsen.

Her vórðu 102 seyðir flettir, og tá talan var um lombini, so fóru bara trý teirra niðurum 30 pund. Tað besta lambið vigaði 48 pund.

Menn hildu, at tað vóru eini 15 ár síðan, at skurðurin hevði verið so góður, sum hann er í ár.