Mynd: Kiran Jóanesarson

Báran seld til Klaksvíkar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

05.04.2015 - 18:51

> Tíðindi > Føroyar

Útróðrarbáturin Báran, ið hevur havt heimstað á Strondum seinastu árini, er nú seldur til eitt felag í Klaksvík.

Báran fær nú navnið Sigurfari, ið er eitt kent skipanavn í Klaksvík. Báran er bygd á Æreskøbing Skibs og bådebyggeri í Danmark í 1967.

Báran er í bólki 4B og hevur loyvið at royna undir Íslandi og fiska makrel í altjóða sjógvi. Tað er felagið P/f Sigurfarið, ið hevur keypt Báruna, ið nú fær heimstað í Klaksvík. Keypsprísurin er ókendur.