Barbara í Gongini sjálv

Barbara í Gongini á veg til stjørnurnar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Leif Láadal

13.06.2014 - 19:26

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Handil- og tænastuvinna

Ein av teimum mest spennandi sniðgevunum í heiminum. Tað siga mótaserfrøðingar um klæðini hjá Barbaru í Gongini. Seinasta árið hevur hon veruliga tikið dik á seg, og har klæðir hennara verða víst, verða tey róst til skíggja.

Barbara hevur sín heilt serstaka stíl, og tó at hon virkar og arbeiðir út frá virki sínum í Danmark, so er áhugin fyri klæðunum størstur uttanfyri kongaríkið.

Tað gongur nærum ikki ein vika, at tað ikki er okkurt at lesa um Barbaru í Gongini á altjóða mótabloggum og í bløðum. Í dag er stór samrøða við Barbaru at lesa á kenda blogginum The Kinsky, har eisini nakrar nýggjar myndir av bæði Barbaru sjálvari og modellum í hennara klæðum eru at síggja.

Tú kanst lesa og hyggja her: The Kinsky

Tú kanst eisini síggja tríggjar myndir av klæðum hjá Barbaru í Gongini her niðanfyri. Trýst á myndirnar fyri at gera tær størri.