Rigmor Dam og Barbara í Gongini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Barbara í Gongini fekk mentanarvirðisløn landsins



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

24.01.2018 - 21:07

Mentan >

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum handaði í kvøld virðirslønir í bygdahúsinum í Miðvági.

Í alt tríggjar virðislønir vóru latnar. Konni Kass fekk virðisløn til ungt listafólk, sum var áljóðandi 50.000 krónur. Konni hevur seinastu árini gjørt um seg við bóki sínum, og hevur spælt á fleiri konsertum uttanlands.

Heiðursgávu landsins fekk Frits Johannesnen fyri sítt áhaldandi arbeiði innan kórtónleik, men eisini innan list. Heiðursgáva landsins er áljóðandi 75.000 krónur.

Mentanarvirðisløn landsins á 150.000 krónur fekk klædnasniðgevin Barbara í Gongini, sum við fyritøku síni sniðgevur á hægsta stigið.

Sí myndir frá tiltakinum her