Barbara í Gongini gjørdi vinnaraklæðini

Sverri Egholm

11.02.2018 - 13:24

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Nú vit ikki fingu Carlsen-systrarnar til finaluna í Portugal, so kunnu vit reypa um okkurt annað føroyskt í sambandi við grand prix.

Vinnarin gjørdist Jonas Flodager Rasmussen við sanginum Higher Ground, og hann framførdi í klæðum frá Barbaru í Gongini, sum fyri stuttum fekk mentanarvirðisløn landsins.

Pallurin og fólkini á honum høvdu ein víkingadám hesa løtuna, og tað riggaði sera væl.

Um orsøkina at hann vann, heldur vinnarin sjálvur, at tað var tónleikurin og tann visuella síðan, sum vóru serstakliga væl samantvinnað, skrivar listaportal.com.