Mynd: Niklái Nysted

Barbara og Urd eyðræna tryggingarfeløgini

Jens Hákun Leo

16.01.2017 - 12:48

Tíðindi > Veðrið

Tryggingarfelagið Føroyar og Trygd eru liðug við skaðauppgerðirnar frá ódnunum á jólum. Meira enn 3.300 skaðar vórðu fráboðaðir, og skulu tryggingarfeløgini rinda tilsamans umleið 75 milliónir krónur í skaðum til kundarnar eftir jólaódnirnar ímillum jól og nýggjár.

Tað vísa uppgerðir, sum Tryggingarfelagið Føroyar og Tryggingarfelagið Trygd hava gjørt av skaðum higartil, sambært Kringvarpinum.

Tryggingarfelagið Føroyar hevur fingið 2335 fráboðanir um skaðar, og fara fráboðaðu skaðarnir at kosta Tryggingarfelagnum Føroyar 40-45 milliónir krónur.

Tryggingarfelagið Trygd í sínum lag hevur fingið 1011 fráboðanir um skaðar, og fara fráboðaðu skaðarnir at kosta Tryggingarfelagnum Trygd beint yvir 30 milliónir krónur.

Tryggingarfeløgini siga, sambært Kringvarpinum, at mongu stormskaðarnir eftir jólaódnirnar ikki fara at hava hægri tryggingargjøld við sær.

Tann 2. januar skrivaðu vit á Portalinum í greinini ”Milliónaódnirnar: Nú mugu tryggingarfeløgini punga út”, at...

- Ódnirnar, sum gjørdu um seg á jólum, eru ein fíggjarligur smeitur hjá tryggingarfeløgunum her á landi. Tilsamans 2.400 skaðar eru fráboðaðir hjá ávikavist Tryggingarfelagnum Føroyar og Tryggingarfelagnum Trygd, sum upplýsa, at skaðar eru fyri tilsamans 45-50 milliónir krónur.

- Hesi tøl eru tó bert fyribilsmetingar, og kunnu tey gerast uppaftur hægri, tá hugt er nærri at ymsum skaðum.

Tað var tann 20, 23. og 25. desember í fjør, at ódnir herjaðu kring alt landið. Tær báðar síðstu ódnirnar vórðu doyptar ávikavist Barbara og Urd.

Les eisini: Barbara og Urd givið BankNordik ein frammaná

Les eisini: Milliónaódnirnar: Nú mugu tryggingarfeløgini punga út