Vit fingu eina mynd av Barbaru tá hon var eftir vinninginum á skrivstovuni hjá Portalinum. Mynd: Sverri Egholm

Barbara Thomsen vann Grease kappingina

Sverri Egholm

14.11.2014 - 22:49

Tíðindi >

Seinastu dagarnir hava vit havt eina kapping á Portalinum, har møguleiki hevur verið at vinna tvey atgongumerki til sangleikin Grease.

Luttøkan hevur verið ovurstór og tá drigið var í dag var tað Barbara Thomsen úr Havn, sum gjørdist hepni vinnarin til sýningina, sum verður í Norðurlandahúsinum í kvøld klokkan 19.

Barbara var eftir vinninginum á skrivstovuni hjá Portalinum á Bryggjubakka fyrr í dag.

Les eisini: Sangleikurin Grease útseldur
Les alt um sangleikin Grease her