(Mynd: EPA)

Barcelona aftanfyri við tveimum málum í París

Niels Petersen

14.02.2017 - 20:45

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Champions League er byrjað aftur, og tað byrjaði við einum braki millum Paris Saint-Germain og Barcelona. Dysturin verður spældur á Parc de France í París, og heldur óvæntað hevur heimaliðið megnað at hildið vandamiklu áleyparunum hjá gestunum heilt burtur frá málmøguleikum, og harafturat hevur franska liðið skorað tvey mál, uttan aftursvar frá Barcelona. Lagt er tí upp til ein spennandi seinna hálvleik.

Ein annar dystur verður spældur í kvøld, og er hann millum Benfica úr Portugal og týska Dortmund. Har er støðan 0-0 eftir fyrstu 45 minuttirnar.

Barcelona hevur stórar trupulleikar á miðvøllinum, sum PSG fullkomuliga hevur yvirtikið. Heimaliðið kemur eisini fram til hópin av møguleikum, og átti kanska at fingið fleiri mál undan steðginum.

Málini sum higartil eru komin hava Angel Di Maria og Julian Draxler skotið fyri PSG.