Mynd: EPA

Barcelona er í Copa del Rey finaluni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

09.02.2018 - 01:08

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Valencia og Barcelona spældu seinnu hálvfinaluna í sponsku steypakappingini í kvøld, og úrslitið gjørdist ein tryggur 0-2 sigur til Barcelona.

Fyrri hálvleikur var málleysur, men eftir 49 minuttir var tað nýkeypið hjá Barcelona, Phillipe Coutinho, sum legði gestirnar á odda.

Átta minuttir fyri leiktíð skoraði Ivan Rakitic til 0-2, og staðfesti finaluluttøkuna hjá katalanunum við einum samlaðum 3-0 sigri.

Barcelona møtir Sevilla í finaluni. Sevilla vann 3-1 samla á Leganes.