Fantastiskt upplivilsi at síggja Angel Di Maria í kvøld (Myndir: EPA)

Barcelona í álvarsomum trupulleikum eftir 0-4 tap í París

Niels Petersen

14.02.2017 - 21:57

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Við einum framúr innsatsi móti einum hálvsløvum Barcelona liði, vann Paris Saint-Germain ein imponerandi 4-0 sigur í kvøld. Úrslitið hevur við sær, at PSG er favorittur til at spæla seg víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League. Í hinum dystinum, sum spældur varð í kvøld vann Benfica 1-0 á Dortmund.

Serliga miðvallaleikararnir hjá Barcelona tyktist ikki vera klárir til harða presspælið frá PSG leikarunum, og sostatt mistu teir tamarhaldið beinanvegin. Tá alt kemur til stykkis skuldi heimaliðið vunnið við nógv fleiri málum.

0-4 er nógv at heinta inn aftur í returdystinum, men er tað nakað lið í heiminum sum hevur nóg stórar dygdir í álopspartinum, so er tað Barcelona. So heilt avgjørt er tað hóast alt ikki.

Í dystinum í Portugal í kvøld hevði Dortmund gyltan møguleika at javna, men brotsparkið misnýtti nógv umspurdi álopsleikarin, Aubameyang. Sum heild skapti Dortmund ovmikið av málmøguleikum, men ongin varð gagnýttur. Sostatt vann Benfica við sínum einsamalla máli frá grikska Mitroglou, tíðliga í øðrum hálvleiki.

Úrslit:

PSG - Barcelona 4-0 (2-0)

1-0: A. Di Maria (18.)
2-0: J. Draxler (40.)
3-0: A. Di Maria (55.)
4-0: E. Cavani (72.)

Benfica - Dortmund 1-0 (0-0)
1-0: K. Mitroglou (49.)