Mynd: EPA

FC Barcelona í París í kvøld

Jens Hákun Leo

14.02.2017 - 12:29

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað er í kvøld, at Champions League fer í gongd aftur, eftir at kappingin hevur verið í vetrarsteðgi síðan tíðliga í desember, tá ið teir síðstu dystirnir í bólkaspælinum vórðu leiktir.

Teir fyrstu dystirnir í 1/8 finaluni eru á skránni í kvøld, og eru teir ímillum Benfica-Dortmund og Paris St Germain-Barcelona.

1/8 finalurnar verða avgreiddar 4 av hesum 5 komandi miðvikunum, t.e. at tær síðstu 1/8 finalurnar verða avgreiddar mikukvøldið 15. mars.

Í annaðkvøld eru tað Real Madrid-Napoli og Bayern Munchen-Arsenal, sum eiga tørn at leika í 1/8 finaluni.

Hinar 1/8 finalurnar eru hesar:
Bayer Leverkusen-Atletico Madrid
Manchester City-Monaco
Porto-Juventus
Sevilla-Leicester City