Barcelona vann fyrru hálvfinaluna 1-0 (Mynd: EPA)

Barcelona og Valencia dystast um finalupláss



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

08.02.2018 - 15:28

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Sponsku stórliðini Valencia og Barcelona spæla í kvøld seinnu hálvfinaluna í sponsku steypakappingini, Copa del Rey, á heimavøllinum hjá Valencia. Fyrri dysturin millum liðini endaði við 1-0 sigri til Barcelona.

Liðini spæla um møguleikan at spæal finaludyst móti Sevilla. Sevilla fekk í gjár 2-0 sigur á Leganes og kom tí í finaluna við samlaða úrslitinum 3-1.

Hóast Barcelona eru langt fremst í sponsku La Liga, so hevur Valencia eisini eitt gott kappingarár. Valencia liggur á triðja plássi við 40 stigum, eitt stig frammanfyri Real Madrid, 9 stig aftanfyri Atletico Madrid, men heili 18 stig aftanfyri Barcelona.

Barcelona hevur vunnið fýra av seinastu fimm dystunum, meðan Valencia hevur bert vunnið tveir av seinastu fimm. Valencia hevur tí eina torføra uppgávu fyri framman, men á heimavøllinum eru útlitini góð fyri einum tøttum dysti.

Dysturin verður spældur kl. 20:30 í kvøld.