Lionel Messi vísti sín klassa í kvøld. Hann setti bóltin í netið aftanfyri Gianluigi Buffon tvær ferðir, tá Barcelona vann greitt 3-0 á Juventus. (Mynd:EPA)

Barcelona setti Juventus uppá pláss - øll hini stórliðini vunnu greitt

Agnar Frederiksen

12.09.2017 - 22:15

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

28 mál í 8 dystum. Fyrstu dystirnir í bólkaspælinum í Champions League vórðu leiktir í kvøld, og tað vórðu nógv mál skoraði kring Evropa.

Heilt stóri dysturin var á Camp Nou, har Barcelona tók ímóti Juventus. Eitt heldur skert Juventus lið varð sett uppá pláss av Messi og co. Lionel Messi var í hopla í kvøld. Hann skoraði tvey og var við í triðja málinum. Í fjør vann Juventus samanlagt 3-0 í kvartfinalunum ímillum liðini, men í kvøld hevndi Barcelona tað so við 3-0 sigri.

Manchester United kom væl í gongd, nú liðið var aftur í Champions League. United vann 3-0 ímóti Basel á Old Trafford. Romelu Lukaku og Marcus Rashford skoraðu í teirra debut í kappingini, meðan Marouane Fellaini, ið kom inn fyri ein skaddan Pogba, skoraði og var helst besti leikarin á vøllinum. Hitt enska liðið, ið spældi í kvøld var Chelsea. Enska meistaraliðið Chelsea vann heili 6-0 á heimavølli ímóti Qarabag.

PSG vann 5-0 ímóti Celtic og teir báðu nýggju leikararnir Neymar og Kylian Mbappé komu báðir á máltalvuna. Á Alianz Arena vann Bayern 3-0 á Anderlecht.

Einasti dysturin uttan mál var á olympiska leikvøllinum í Rom, har Roma og Atletico Madrid leiktu 0-0 javnleik. Størsta yvirraskilsi var at Benfica tapti á heimavølli ímóti CSKA Moskva.

Í morgin eru aftur átta dystir á skránni.

Her eru úrslitini frá í kvøld: 

Bólkur A

Benfica  - CSKA Moskva 1-2

Manchester United - FC Basel 3-0


Bòlkur B

Bayern Munchen - Anderlecht 3-0

Celtic - PSG 0-5


Bólkur C

Chelsea - Qarabag FK 6-0

Roma - Atletico Madrid 0-0


Bólkur D

Barcelona - Juventus 3-0

Olympiakos FC - Sporting Lissabon 2-3