(Tingvarpið)

Bárður á Steig Nielsen: Ósemjurnar í samgonguni forðað fyri samráðingum

Sverri Egholm

12.12.2017 - 16:30

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Eg var burtur teir fyrstu daganar, og eg var absolutt ikki nøkur forðing. Tað vóru langar samráðingar eftir, at eg var komin heim, segði Bárður á Steig Nielsen á tingsins røðarapalli í svari til Djóna Nolsøe Joensen, sum spurdi um samráðingarnar millum samgonguna og Sambandsflokkin í vár.

- Samgonguleiðararnir mugu vera harmir um at teir ikki slóu til í røttu tíð, tí tað sum nú liggur á borðini, er ikki langt frá tí, sum var á borðinum í vár, men enn eru frávik, segði hann.

- Vit hava ikki fingið møguleikan at verið við, tí ósemjurnar í samgonguni hava verið so stórar, segði Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.