Bárður Nielsen, formaður Sambandfloksins (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bárður hevur ikki góðkent clearingina hjá Magna

Ari av Rana

08.12.2017 - 16:17

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Fiskivinnupolitikkur

Í allan dag hevur verið at hoyrt, at Kristin Michelsen, sum fleyg av landinum í dag, hevur gjørt avtalu við Magna Laksafoss um at teir cleara hvønn annan í atkvøðugreiðsluni um fiskivinnunýskipanina.

Bárður Nielsen, formaður Sambandfloksins, sigur í sjónbandasamrøðu við Norðlýsið, at vanligt er at slíkar clearingar verða góðkendar av floksformanninum, men at hann ikki hevur góðkent nakra clearing. Eiheldur hevur hann fingið nakran fyrispurning hesum viðvíkjandi.

-Hetta er eitt stórmál, sum vit taka ikki undir við sum nú er. Vit eiga at standa saman sum flokkur. Og tað eiga vit at gera til atkvøðugreiðsluna, sigur Bárður Nielsen við Norðlýsið.

Bárður sigur, at hann hevur givið Magna boð um at sjálvandi stendur flokkurin saman í hesum málinum. Bárður gongur út frá at allur flokkurin stendur saman, tá uppskotið kemur til atkvøðugreiðslu.

Sí eisini: Video: - Líkist ongum at tað er komið so langt