Kári P. Højgaard og Bárður Kass Nielsen í løgtinginum í dag (Mynd: Kári P. Højgaard á Facebook)

Bárður Kass Nielsen á ting – Ingolf í næstu viku



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

17.09.2015 - 10:05

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Bárður Kass Nielsen, triði maður á listanum hjá Nýtt Sjálvstýri, hevur í dag tikið sæti á Føroya løgtingi fyri floksformannin, Jógvan Skorheim, sum hevur valt borgarstjórasessin í Klaksvík framum tingsessin eftir at Klaksvíkar býráð ikki vildi loyva honum at røkja báðar sessirnar.

Jógvan Skorheim hevur sagt tingsessin frá sær frá í dag at rokna – sambært fráboðanini fer hann sjálvur at boða frá, nær hann tekur sessin aftur. Ístaðin hevur triði maður á listanum, Bárður Kass Nielsen av Skála, tikið sessin undir liðini á Kára P. Højgaard.

Løgtingið samtykti eisini í dag, at 11. maður á listanum hjá Tjóðveldi, Ingolf Sólheim Olsen, tekur sæti á tingi.

Magni Arge hevur boðað frá, at hann ynskir farloyvi frá tingarbeiðinum fyri at røkja politiska arbeiðið á Fólkatingi í staðin. Fyrsti eykamaður á listanum hjá Tjóðveldi, er Ingolf S. Olsen, sum frá mánadegnum verður tingmaður undir farloyvinum hjá Magna Arge.