Bárður Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður Nielsen: - Hetta skalar álitið okkara millum

Sverri Egholm

08.12.2017 - 21:00

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Tað er eingin orsøk til at hjálpa samgonguni at koyra mál ígjøgnum, sum vit ikki taka undir við.

Hetta sigur ein harmur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum eftir, at Magni Laksáfoss clearaði fyri Kristin Michelsen í aðru viðgerð av fiskivinnunýskipanini. Tað merkir, at hann rýmdi úr tingsalinum, tá atkvøðast skuldi í málinum.

- Onkursvegna hevur hetta skalað tað álitið, sum er í millum okkum, sigur Bárður Nielsen.

Tað hevur verið prátað um hetta í tinginum og í miðlunum í allan dag, og spurdur um hann ikki hevði væntað, at hetta fór at henda, svarar formaðurin:

- Eg hevði sjálvandi ikki vónað tað. Eg hevði vónað, at loyaliteturin lá hjá Sambandsflokkinum og ikki hjá samgonguni, sigur Bárður Nielsen.

Hvørjar avleiðingar hetta fær fyri tingmannin hjá Sambandsflokkinum, vildi Bárður Nielsen einki siga um í kvøld.

Triðja viðgerð av málinum verður helst týsdagin.

Les eisini: Magni Laksáfoss rýmdi úr tingsalinum