Mynd: Sverri Egholm

Barentshavstrolararnir gera skjótt av



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

12.03.2018 - 22:17

> Tíðindi > Føroyar

Trolararnir í Barentshavinum gera skjótt av fyri tíðina.

Klokkan var farin beint av 9 í morgun tá ið Enniberg stevndi inn á Havnina, eftir at hava verið til fiskiskap í Barentshavinum.

Enniberg fór av Havnini tann 23 januar, og sigast kann ikki annað enn at fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin.

Enniberg hevur nú fiskað restina av kvotuni í norska partinum av Barentshavinum, sum var líka oman fyri 800 tons. Veiðan verður gjørd til flak umborð.

Við Enniberg hendan túrin vóru 38 mans, og skipari var Mikkjal Godtfred.

Akraberg kom á Fuglafjørð leygarkvøldið
Verksmiðjutrolarin Akraberg úr Fuglafirði, kom leygarkvældið til heimbygdina við fullari last.

Eisini Akraberg hevur fiskað í norska partinum av Barentshavinum, og teir høvdu 900 tons við heim, sum teir avhøvda og rundfrysta. Eisini hevði akraberg súrløgu við til Føroyar, og á henda hátt tekur Akraberg alt við til lands.

Við Akraberg hendan túrin vóru 24 mans, og skipari var Erland Olsen.

Gadus setti kós móti Føroyum leygardagin
Flakatrolarin Gadus úr Klaksvík setti leygardagin kós móti Føroyum við fullari last, sum verður gjørd til flak umborð.

Gadus hevur eins og Akraberg og Enniberg fiskað í norska partinum av Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Gadus byrjaði fiskiskapin tann 20 januar, og hevur nú fulla last - 750 tons við heim. Tað tekur umleið 5 døgn at sigla til Føroyar.