(Mynd: yle.fi)

Barn stungið til deyðis í Finnlandi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.11.2017 - 11:25

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Eitt trý ára gamald barn er stungið til deyðis á einum spæliplássi í býnum Borgå í Finnlandi. Pápin at barninum er handtikin av løgregluni.

Sambært finsku løgregluni, komu boðini umhendingina um átta tíðina, lokala tíð í morgun. Fleiri vitni vóru til hendingina, tá ein maður uttan loyvi tók barnið heimanífrá og fór til spæliplássið í eini lund nrhendis.

Har byrjaði hann av ókendum orsøkum at gera seg inn á barnið. Løgreglan kom á staðið stutt eftir, og mátti við valdi handtaka mannin. Barnið varð koyrt á sjúkrahús, men doyði stutt eftir.

Løgreglan avhoyrir nú vitni til hendingina. Millum eygnavitnini eru næmingar á einum barnaskúla nærhendis lundina, har illgerningurin hendi.

Finska sjónvarpsstøðin Yle veit at siga, at barnið doyði av knívstungum.