Barna- og ungdómskór Langholtskirkju og Eivør í Gøtu Kirkju



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

04.04.2017 - 16:01

Mentan > Mentan > Konsertir

Hóskvøldið verður forkunnug konsert í Gøtu kirkju. Tað er barna- og ungdómskór Langholtskirkju Graduale Futuri, sum fer at framføra. Langholtskirkja hevur eina langa tradition fyri at arbeiða serliga nógv við kóri, og Graduale Futuri er ein partur av kórskúla Langholtskirkju.

Stovnarin av kórskúlanum var Jón Stefansson, ið vit her fyrst og fremst kenna frá árligu kórstevnum kórsambandsins, har hann fleiri ferðir hevur stjórnað stóra felagskórinum.

Barna- og ungdómskórið er komið til Føroya í sambandi við framførslurnar av tónleikaverkinum og søguni “Skrýmslið, lítla systir mín”, sum í hesum døgum verður framført av Føroya Symfoniorkestri, Eivør, Barnakór Musikkskúlans og Graduale Futuri á barnafestivalinum í Norðurlandahúsinum.

Kórið telur 13 gentur, sum á konsertini í Gøtu Kirkju millum annað fara at syngja sangir úr tónleikaverkinum “Skrýmslið, lítla systir mín” saman við Eivør. Harumframt fara genturnar at syngja eitt breitt úrvali av kendum sum ókendum kór- og kirkjutónleiki. Kórleiðari er Rósa Jóhannesdóttir.