Nicolina Højgaard Simonsen saman við mongu børnum sínum

Barnaheimið: Nicolina var ein mamma við stóra M

Snorri Brend

22.09.2014 - 18:21

Tíðindi > Mentan > Uppaling & skúlaskapur

Í næstum kemur út ein rættiliga umfatandi bók við heitinum Barnaheimið eftir Gerhard Hansen.

Henda bókin er ein kvøða til Nicolinu Højgaard Simonsen, sum fyri øll hesi børnini á Barnaheimi Føroya var teirra mamma – ein mamma við stóra M.

Bókin lýsir virksemið á Barnaheiminum, frá byrjanini í Vestmana til tað, sum hetta heimið er vorðið til í dag.

Hetta heimið var Føroya fyrsta og einasta barnaheim í eini tið, har fólk nú á døgum høvdu hildið tað verið óðamannaverk.

Bókin verður givin út á egnum forlagi.


STÓRT HJARTA
Gjøgnum tað 373 síðu drúgvu bókina fæst eitt gott innlit í, hvat børn og vaksin sjálvi siga um tað at hava verið eitt barn á Barnaheiminum.

Fyri mong vóru umstøðurnar neyvan so góðar, tá tey fluttu inn á hetta heimið.

Men tá ein lesur tey ummælini, sum tey geva Nicolinu Højgaard Simonsen og Petur Højgaard Simonsen, er eingin ivi um, at tey hava havt tað sera gott her – á tí stóra heiminum við tí stóra hjartanum.

Ja, sagt verður beinleiðis, at kring Nicolinu vóru ongantíð ov nógv børn.

Eitt fyrrverandi barn á Barnaheiminum skrivar soleiðis um tíðina:

- Tað var als eingin ivi um, at Mamma var góð við okkum. Tað var heilt ótrúligt, at hon kundi hava pláss í hjarta sínum fyri so mongum børnum, og tað hevði hon.

- Vit vóru sjálvandi nógv børn, men tá ið eg í dag hugsi aftur um ta tíðina, so var tað fyri mær, eins og vit bert vóru ein vanlig familju við nógvum børnum, sigur hetta barnið.

Bókin um Barnaheimið verður løgd fram um vikuskiftið.



Les eisini: Nicolina flýddi undan bumbum ...