Barnamentanardagur í Margarinfabrikkini og Posthúskjallaranum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

07.12.2017 - 08:16

Mentan > Mentan > Barna- og ungdómsmentan

Leygardagin kunnu børn í øllum aldri leita sær í Tórsgøtu í Havn, har Margarinfabrikkin skipar fyri barnamentanardegnum, Barnajól.

Margarinfabrikkin hevur opið hús fyri børnum, ungum og vaksnum. Øll eru vælkomin inn á gomlu fabrikkina at royna seg innan ymiskt handaligt, fáa sær ein kaffimunn ella bara forvitnast eftir, hvat Margarinfabrikkin hevur at bjóða.

Hendan dagin eru Margarinfabrikkin og Posthúskjallarin karmar um ymiskar verksmiðjur, bommfabrikk, vakurleika-salong og tónleikaframførslur. Tiltakið er ókeypis og ikki er neyðugt at melda seg til verkstøðini, har møguleiki er at spæla sær við køkudeiggj, lakkera jólanegl ella royna onkra av meiri listakendu verkstøðunum. Eisini verða tónleikaframførslur við gentubandinum Chiks, dreingjabandinum Triple Hooties og kórinum Jólastjørnurnar.

Í Prentverksmiðjuni hjá Oggi Lamhauge ber til at spæla sær við skap og litir. Her fáa børnini høvi at gera sær eitt grafiskt prent og royna, hvussu ein grafikari arbeiðir. Millum annað sleppur man at royna at skava í eina metalplátu við nál og síðani prenta. Eisini verður jólaítriv í Margarinfabrikkini, har høvi verður at klippa, líma og tekna.

Í Posthúskjallaranum verður vælumtókta bommfabrikkin, har børnini fáa høvi at gera síni egnu bomm, og fáa tey heim við, um tey ikki verða etin á staðnum, væl at merkja.

Er hugurin heldur til at spæla vid leir, leggur Guðrið Poulsen lag á í Leirverksmiðjuni, har hugflogið fær frítt spæl. Eisini her kunnu tey smæstu vera við at evna alt frá nissum til nasahyrningar. Treytin er, at leirverkið passar í ein brævbjálva, tí tað skal fyrst ein túr heim til Guðrið, har tað verður brent, áðrenn tað verður sent heimaftur við posti.

Eru hendurnar vorðnar skitnar av leiri og máling, ber til at vitja vælumtóktu vakurleika-salongina hjá Maragarinfabrikkini. Her kunnu neglirnar gerast jólaklárar, nýlakkeraðar í alskyns litum. Góð hárfríðkanarfólk og “make-up artistar” flætta hárið og seta hárið upp ella mála andlitið.

Starvsfólk, ungar gentur og dreingir úr Margarinfabrikkini, hjálpa til, so at bæði børn, ung og vaksin kunnu fáa ein minnisríkan dag.​