Barnaporno: Fleiri fráboðanir í Føroyum hvønn mánað



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

15.01.2018 - 19:25

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Danska løgreglan gjørdi í dag samskipaða atsókn móti teimum, sum hava deilt deilt barnaporno av einum dreingi og eini gentu, ið bæði vóru 15 ára gomul, tá upptøkurnar vóru gjørdar. Fleiri enn 1000 ung eru skuldsett fyri, at hava deilt barnaporno.

Talan er um ung úr øllum landinum. Tó er ongin av Bornholm og ongin úr Føroyum, men ein úr Grønlandi, skrivar dr.dk.

Men hvønn mánaða koma fráboðanir til løgregluna í Føroyum um barnaporno. Tað sigur Óli Rubeksen, ráðgevi í SSP, sum er ein samstarvsskipan millum skúla, sosialar myndugleikar og politiið í Føroyum.

Her í Føroyum koma nakrar fráboðanir frá foreldrum um deiling av barnaporno hvønn mánaða, men eftir øllum at døma er eingin føroyingur skuldsettur í hesum málinum.

- Vit vita frá politinum at tvær til fýra ferðir um mánaðin koma mál til politiið, har serliga foreldur trakka fram um støðuna hjá børnum, sum snúgva seg um at tey hava fingið filmar á netinum, segði Óli Rubeksen við Kringvarpið í kvøld.

Hann heldur, at foreldur eiga at fylgja betri við hvat børn fáast við á netinum.

Í øllum førum hava vit brúk fyri, at foreldrini eru uppi í og fylgja við hvat børnini gera á netinum, sigur Óli Rubeksen, ráðgevi hjá SSP.

Tilfarið í sera umfatandi málinum í Danmark er deilt á Messenger, sum er kjatt-pallurin hjá Facebook.

Les eisini: Yvir 1.000 ung í Danmark skuldsett í umfatandi máli um barnaporno