Shisa Brand

Básar við ymiskum vørum

Marin Eidesgaard

03.07.2015 - 21:50

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Inni í tjaldinum, sum húsar Okkara palli, er ein rúgva av básum. Básarnir selja allir ymiskar føroyskar vørur. Fleiri básar selja føroysk klæði og prýði, tað eru merkini Shisa Brand, Hammer, Fíl og føroysk regnskjól til føroysku klæðini. 

Síðani fært tú føroyskt keramikk frá No. 10, føroyskt góðgæti frá Gómagott, nýbryggjað kaffi frá Brell, føroyskt smyrjibreyð, bøndasúpan og aðrir rættir, umframt andlitsmáling og tattoveringar. Eisini hevur tónleikahandilin Tutl ein bás.

Sí myndir av básunum niðanfyri.