(Savnsmynd)

Bátahylurin tikin í nýtslu leygardagin


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

13.09.2017 - 08:51

Tíðindi > Norðstreymoy - Válur

Bátahylurin, sum Kvívíkar kommuna hevur latið byggja á Válinum er nú klárur at taka í nýtslu.

Heimasíðan hjá kommununi skrivar, at hetta hendir við einum hátíðarhaldi leygardagin. Tiltakið byrjar við at bátar fara at savnast uttan fyri Skælings bygd fyri síðan at sigla saman út á Válin.

Klokkan 15 fer Albin Funn at taka bátahylin alment í nýtslu. Eftir tað fara Heri Müller, borgarstjóri, og Óli Hans Olsen, formaður í teknisku nevnd, at halda røðu, og eftir tað bjóðar komman summu og annað gott í kappróðrarneystinum, har tað eisini verður livandi tónleikur.

Plass er fyri 35 bátum við flótibrúgvarnar, sum nú eru lagdar út í nýggja bátahylinum.