Mynd: Adv.fo

Bátar hjá Sea Shepherd seldir fyri hálva millión

Sverri Egholm

28.10.2017 - 11:36

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Nógv fólk vóru møtt upp til uppboðssøluna, sum løgreglan skipaði fyri. Á uppboði vóru tríggir bátar hjá umhvørvisfelagsskapinum Sea Shepherd, sum løgreglan tók í 2015.

Talan var um tveir rib bátar og ein lítlan gummibát. Tann størri av rib bátunum fór fyri 280.000 krónur og tann minni fyri 230.000 krónur, vistu útvarpstíðindini á middegi.

Størri báturin fór til tríggjar keyparar í Hoyvík, meðan hin fór til teir 48 eigararnar í Lítlu Dímun. Báturin skal brúkast til seyðahald í oynni, men letur eisini upp fyri møguligum ferðafólkaflutningi.

Lítli gummibátur var eisini seldur, og hann var seldur fyri 12.000.

Tær 522.000 krónurnar eru við meirvirðisgjaldi og fara beint í statskassan, sigur Kringvarpið.