Mynd: Jens Kr. Vang

Bátarnir fingnir inn í Saltgoymsluna hjá Landsverki

Sverri Egholm

17.06.2017 - 14:47

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Fleiri av árabátunum, sum eru í Hósvík í sambandi við kappróðurin á Sundalagsstevnu eru fingnir inn í Saltgoymsluna hjá Landsverki á keiøkinum í Hósvík.

Teir standa har so í nátt, tí ikki fyrr enn klokkan 10 hittast umboð frá Róðrarsambandinum aftur, har tey fara at umrøða hvat gjørt verður. Klokkan hálvgun 11 verða boð at frætta aftur um hvussu verður.

Kappróðurin í dag varð avlýstur orsakað av sera vánaligu veðurlíkindunum við eitt nú hvirlum í Sundalagnum.