Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Bátarnir lagdir fyri summarið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

18.06.2018 - 11:17

> Tíðindi > Danmark

Uppsjóvarskipini Høgaberg og Fagraberg liggjá í Fuglafirði, og skipini eru givin  við fiskiskapinum fyri summarið.

Upplýst verður, at skipini nú skulu gera ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið, áðrenn fiskiskapurin eftir makreli og sild tekur seg upp seinni í ár.

Seinastu tíðina hava uppsjóvarskipini fiskað svartkjaft í Føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður. Nú er svartkjaftatíðin við at vera liðug, og svartkjafturin er nú so spjaddur, at tað loysir seg ikki meira, av tí at skipini leita og toga leingi, og fáa einans nøkur fá 100 tons.

Nøkur svartkjaftaskip eru tó framvegis til fiskiskap. Hóast flestu skipini eru givin við svartkjaftafiskiskapinum, so hava tey kvotu eftir at fiska svartkjaft. 

Restin verður fiskað síðst í árinum, tá ið prísurin fer munandi upp aftur.