Batman vil ikki síggja sín egna film longur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

09.01.2018 - 22:53

Mentan > List > Filmslist

Christian Bale, sum hevði leiklutin sum Batman í Batman Begins, The Dark Knight og The Dark Knight Rises, klárar ikki at hyggja eftir síðsta filminum longur.

Orsøkin er syrgiligi tilburðurin í 2012, tá James Eagan Holmes tók seg inn í ein biograf í Aurora, Colorado í USA, og byrjaði at skjóta eftir gestunum, sum vóru komnir at hyggja eftir The Dark Knight Rises.

James Eagan Holmes, sum tað sigst kallaði seg sjálvan “The Joker”, drap 12 og særdi 70 fólk í biografinum.

Síðani vanlukkuna hevur Christian Bale ikki klára at hugt eftir filminum. Sjálvur hevði hann ynskt at sæð filmin aftur, men fyri Bale hanga filmurin og syrgiliga vanlukkan óloysiliga saman.

- Tíverri havi eg ikki klára at hugt eftir filminum síðani vanlukkuna í Aurora. Eg havi ikki klára at hugt eftir honum uttan at hugsa um tað. Eg hevði elska at kunna sæð filmin aftur ein dag uttan at hugsa um vanlukkuna, sigur Christian Bale við Happy Sad Confused.

Síðani seinasta filmin við Christian Bale í høvuðsleiklutinum sum Batman, hevur Ben Affleck spælt Batman.