Mynd: Dávur Joensen, Vørn

Bátur steðgaði upp á Norðhavinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

19.03.2017 - 08:57

Tíðindi >

Í góðveðrinum fyrrapartin í gjár vóru nógvir bátar á Norðhavinum.

Um middagsleitið boðaði glastrevjabáturin Ranvá frá, at hann var uppsteðgaður, og ynskti sleip.

Ranvá var tá stadd einar 12 fjórðingar norður úr Kallinum. Brimil kom á Eiði við Ranvu klokkan hálvgun fimm seinnapartin.